17,4 mió. fólk eru smittað

17,4 mió. fólk eru smittað
Seinastu dagarnar hava umleið 300.000 fólk aftrat fingið koronusmittuna, og tað er met
Í fleiri londum er tað vorðið eitt krav, at fólk brúka munnbind
 
01.08.2020 - 11:25

Umleið 300.000 fólk aftrat eru smittað av koronu, og tað er met, sigur Heimsheilsustovnurin hjá ST.

Tey flestu, sum eru smittað seinastu dagarnar, búgva í USA, Brasil, India og Suðurafrika, upplýsir WHO.

Reuters skrivar, at í gjár vóru tilsamans 17,4 milliónir fólk skrásett smittað, og umleið 675.000 fólk eru deyð av covid-19.

Stjórin í WHO segði í gjár, at avleiðingarnar av heimsfarsóttini fara at merkjast í langa tíð.

- Hetta er ein heilsukreppa, sum bara verður staðfest eina ferð í hvørjari øld, men avleiðingarnar fara at merkjast í áratíggju, segði hann. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928