Altjóða sálarheilsutiltak avlýst

Altjóða sálarheilsutiltak avlýst
Tiltakið, sum skuldi merkja Altjóða sálarheilsudagin, tann 10. oktober, verður av ongum
 
06.08.2020 - 07:58

Tað boðar Sinnisbati frá. Tey arbeiða tó við einum talgildum tiltaki ístaðin, har øll hava møguleika at taka lut.

Fyrireikararnir siga, at tað ikki er ráðiligt at savna omanfyri 500 fólk á altjóða sálarheilsudegnum nú koronufarsóttin aftur ger um seg í føroyska samfelagnum.

Ætlanin var eisini at skipa fyri stuðulskonsert sama dagin, 10. oktober, sum skuldi savna pening inn til fyribyrgjandi arbeiði hjá Sinnisbata.

Peningur skuldi savnast inn til eitt nú dulnevndu ráðgevingina og barna- og ungdómsarbeiðið, men henda konsertin er somuleiðis avlýst, sigur Sinnisbati.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961