Noktaðu ferðafólki innferð til Føroya

Noktaðu ferðafólki innferð til Føroya
Talan er um trý fólk, sum øll komu úr londum, sum eru bólkað sum appilsingul av danska uttanríkismálaráðnum
(Tilvildarlig mynd) Løgreglan til staðar á Vága floghavn
 
09.08.2020 - 13:34

Fyrradagin og aftur í gjár, var innferð til Føroya noktað ferðafólki, tá tey vóru komin til Vága floghavn. Tað sigur vakthavandi á politistøðini.

Talan er um trý fólk, sum øll komu úr londum, sum danska uttanríkismálaráðið hevur bólkað sum appilsingul. 

Fyrradagin kom ein ferðandi úr Rumenia. Og í gjár kom eitt par úr Spania.

Ferðafólk, sum koma úr reyðum ella appilsingulum londum, skulu hava eitt viðurkenningarvert endamál ella "anerkendelsesværdigt formål" at ferðast til Føroya. Tað høvdu hesi ferðafólkini ikki, og tí verður teimum noktað innferð til Føroya, sigur vakthavandi á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328