Landslæknin: Bíðið tveir dagar

bannari
Landslæknin: Bíðið tveir dagar
Tað kann taka upp í tveir dagar at kanna øll úrslit, og tí heitir landslæknin á fólk um varsemi
 
09.08.2020 - 19:24

Áður hevur tað verið so, at fært tú ikki svar dagin eftir tú hevur tikið korona kanning, so merkir tað, at tú ert testað negativt. 

 

Men soleiðis er ikki nú, tí landslæknin sigur í dag, at tað kann taka upp í tveir dagar at greina allar kanningarnar frá einum degi, og tí er umráandi, at fólk ikki uppføra seg sum tey eru testað negativ, um tey einki frætta frá landslæknanum dagin eftir tey eru kannað.

 

Tað er stórt trýst á heilsuverkinum í hesum døgum, og tí kann eitt nú væntast, at kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, ikki eru tøkar fyrr enn mánadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096