Ófriður eftir valúrslit: Ein dripin, 120 særd

Ófriður eftir valúrslit: Ein dripin, 120 særd
Valnevndin í Hvítarusslandi hevur almannakunngjørt, at sitandi forsetin, Alexander Lukashenko, hevur vunnið forsetavalið
Eitt fólk hevur latið lív eftir at ófriður tók seg upp eftir forsetavalið í Hvítarusslandi sunnudagin
Mynd: AP  
 
10.08.2020 - 10:27

Alexander Lukashenko fekk 80 prosent av atkvøðunum. Avbjóðarin, Svetlana Tikhanovskaya, fekk 9,9 prosent av atkvøðunum.

Sostatt kann Lukashenko fara undir sítt sætta skeið sum forseti í Hvítarusslandi. Hann verður skýrdur at vera seinasti einaræðisharrin í Europa.

Ófriður brast á í høvuðstaðnum Minsk í gjárkvøldið, tá valið var av, og higartil er boðað frá, at eitt fólk hevur latið lív.

Minst 120 fólk eru tikin í ófriðinum. Svetlana Tikhanovskaya sigur, at valsvik var á forsetavalinum í Hvítaruslandi, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483