Fólkatalið við Skálafjørðin veksur

Fólkatalið við Skálafjørðin veksur
1. juli búðu 159 fólk fleiri við Skálafjørðin enn sama mánað í fjør
Eysturoyartunnilin man gera sítt til, at fólkatalið í kommununum við Skálafjørðin veksur
 
12.08.2020 - 09:04

Nú Eysturoyartunnilin nærkast í hvørjum, er fólkatalið við Skálafjørðin vaksið nógv.

Frá juli í fjør til juli í ár eru 2,2 prosent fleiri fólk í Nes kommunu, 2,3 prosent í Runavíkar kommunu og 3,2 prosent fleiri fólk í Sjóvar kommunu.

Hetta er nógv, tá samanborið verður við miðalvøksturin í fólkatalinum í Føroyum hetta árið. Hann var 1,6 prosent.

159 fleiri fólk búðu við Skálafjørðin 1.juli í ár enn 1.juli í fjør. 

Nettotilflytingin er 107 fólk.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846