Gilli Rólantsson fingið staðfest koronu

bannari
Gilli Rólantsson fingið staðfest koronu
Føroyski landsliðsleikarin í Brann i Bergen verður í sóttarhaldi, so leingi tað er neyðugt
Gilli Rólantsson, vinstrumegin á myndini, hevur fingið staðfest koronu. Her er hann avmyndaður í landsdysti móti Noregi í november í fjør
Mynd: FSF  
 
14.08.2020 - 10:16

Føroyski landsliðsleikarin í fótbólti, Gilli Rólantsson, sum spælir fyri norska felagið Brann í Bergen, hevur fingið staðfest koronu.

Tað skrivar norski miðilin, VG.

Fyri góðari viku síðani boðaði Gilli  felagnum frá, at hann hevði verið saman við fólki, sum hevði fingið koronu, og síðani hevur hann ikki vant við liðnum, men hevur verið í sóttarhaldi.

Mikudagin boðaði felagið frá, at Gilli hevði sjúkueyðkenni, og í morgun sigur felagið, at Gilli Rólantsson er sjúkur av koronu.

Boðaði frá í góðari tíð

- Støðan er óheppin, men Gilli hevur gjørt alt, sum hann skuldi. Hann boðaði felagnum frá so skjótt sum hann kundi, og síðani hevur hann verið í sóttarhaldi við hús, sigur læknin hjá Brann, Magnus Myntevik, í tíðindaskrivi.

- Tað hevur týdning, at hann ikki hevur verið saman við øðrum leikarum, og hevur heldur ikki vant, síðani ivin um smittuna tók seg upp, sigur læknin.

Gilli Rólantsson skal vera í sóttarhaldi, so leingi tað er neyðugt, og hann sleppur ikki at venja saman við hinum, fyrr enn hann hevur verið frískur í tríggjar dagar, sigur Magnus Myntevik, lækni.

Felagið boðar samstundis frá, at Gilli Rólantsson vil ikki at tosa við fjølmiðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418