Arbeiðsóhapp á Pelagos

Arbeiðsóhapp á Pelagos
Ein kvinna fekk hondina ella armin í eina maskinu
Kvinnan, sum fekk skaða á Pelagos í gjár, varð flutt á Landssjúkrahúsið
 
18.08.2020 - 08:58

Beint fyri klokkan fýra seinnapartin í gjár varð boðað frá einum arbeiðsóhappi á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði.

Ein kvinna fekk hondina ella armin í eina maskinu.

Hon varð flutt á Landssjúkrahúsið.

Politiið veit í morgun ikki, hvussu stóran skaða, kvinnan fekk. Hon er ikki avhoyrd enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486