Flestu leikararnir spæla á eykaliðnum

Flestu leikararnir spæla á eykaliðnum
Flogfarið við nýggju manningini hjá Slovan Bratislava setti seg í Vágum um middagsleitið
Nýggja liðið hjá Slovan Bratislava kom í Vágar um middagsleitið
 
20.08.2020 - 15:12

Slovan Bratislava hevur tikið av møguleikanum, og hevur mannað eitt nýtt lið til Champions League-dystin móti KÍ seinnapartin í morgin.

Um middagsleitið setti eitt flogfar úr Bratislava seg í Vágum.

Norðlýsið skrivar, at 21 spælarar í Slovan Bratislava vóru við á flogfarinum. 

Flestu eru á eykaliðnum

Og sambært slovakiska miðlinum, sport.sk, er meginparturin av hópinum spælarar á eykaliðnum hjá Slovan Bratislava. Sjey spælarar eru á besta liðnum.

Norðlýsið skrivar, at ferðalagið úr Slovakia varð potað, tá tað kom í Vágar. 

Vísa kanningarnar, at eingin koronusmitta er, fara leikararnir úr Slovan Bratislava at venja á vøllinum við Djúpumýru í kvøld.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541