Korona umborð á Norrønu

Korona umborð á Norrønu
Tvey ferðafólk umborð á Norrønu hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað váttar Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.
 
24.08.2020 - 14:56

Tvey ferðafólk, sum eru á veg til Íslands hava fingið staðfest Korona umborð á Norrønu.

Tey bæði smittaðu ferðaðust saman. 

Tey blivu, eins og øll onnur ferðafólk, kanna fyri korona í Hirtshals, áðrenn tey sluppu umborð á Norrøna. 

Tey ferðandi hildu seg fyri seg sjálvi áðrenn úrslitið bleiv greitt, og hava tí ikki verið í samband við onnur umborð. 

Tí hevur ikki verið neyðugt hjá øðrum ferðandi ella starvsfólkum at fara í sóttarhald. 

Ferðafólk og starvsfólk eru kunnaði um tilburðirnar og biðin um at vísa serliga ans fyri sjúkraeyðkennum næstu dagarnar, og lata seg kanna um, um tey hava illgruna um, at tey eru smittaði. 

Norrøna kom til Havnar í morgun og fór víðari til Íslands klokkan tvey í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520