Býráðið valt sítt umboð í Leiklistarráðið

Býráðið valt sítt umboð í Leiklistarráðið
Í Leiklistaráðnum eru sjey fólk, sum landsstýrismaðurin í mentamálum setir
Jóan Petur Hentze er trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu
 
26.08.2020 - 09:24

Tórshavnar býráð hevur valt Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, aftur í Leiklistaráðið árini 2020-2023.

Í Leiklistaráðnum eru sjey fólk, sum landsstýrismaðurin í mentamálum setir. Leiklistaráðið er í lógini um Tjóðpall Føroya.

Leiklistaráðið setir stjóra og loysir úr starvi stjóra á Tjóðpallinum.

Fýra fundir um árið

Leiklistaráðið hevur minst fýra fundir um árið, har leikskrá, fíggjarstøða, fíggjarætlan og onnur mál av týdningi fyri Tjóðpallin og leiklist sum heild verða umrødd.

Leiklistaráðið góðkennir fíggjarætlanina hjá Tjóðpallinum og staðfestir virksemi stovnsins eftir tilmæli stjórans.

Tað skal eisini tryggja samstarvið millum Tjóðpallin, Meginfelag áhugaleikara Føroya, aðra leiklist og onnur lista- og mentanarøki og ráðgeva landsstýrismanninum í leiklistaligum spurningum.

Leiklistaráðið ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðul til yrkisleiklist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162