Ein smittutilburður staðfestur á flogvøllinum

bannari
Ein smittutilburður staðfestur á flogvøllinum
Nú eru meira enn 100.000 koronukanningar gjørdar
Nú eru fleiri enn 100.000 koronukanningar gjørdar í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.09.2020 - 11:32

Ein tilburður av koronu varð staðfestur á flogvøllinum gjár, har øll verða kannað, sum koma til landið loftvegis.

Talan er um eitt fólk, sum býr í Føroyum. Viðkomandi  er avbyrgdur, og farið er undir smittusporingina, upplýsir Landslæknin.

Allar royndir, sum vórðu tiknar týsdagin og í gjár, eru nú greinaðar, og nú eru fleiri enn 100.000 kanningar gjørdar.

33 smittað í løtuni

Nú hava 412 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 379 eru frísk aftur, og 33 eru smittað í løtuni.

29 av teimum eru russiskir sjómenn, sum ikki hava verið í landi í Føroyum.

Tvey fólk liggja á sjúkrahúsi, men hvørgin er á intensivari deild, upplýsir Heilsumálaráðið.

Hálvt ár síðani fyrsta tilburðin

Í dag er hálvt ár síðani, at fyrsti koronutilburðurin varð staðfestur í Føroyum.

Tað varð 3.mars, at ein maður í Hoyvík, sum hevði verið í París, varð staðfestur at vera smittaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928