- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fólk eru stungin í Birmingham
Fleiri fólk eru stungin í Birmingham
Í nátt vórðu fleiri fólk stungin við knívi í miðbýnum í Birmingham. Samband er millum tilburðirnar

06.09.2020 - 10:48
Fleiri fólk eru stungin við knívi í næststørsta býnum Bretlandi, Birmingham, í nátt. Tað skrivar bretska løgreglan á Twitter.
- Vit kunnu ikki siga enn, hvussu nógv eru stungin, ella hvussu illa løstað tey eru, skrivar løgreglan.
Tá løgreglan koma á staðið í nátt, vórðu fleiri tilburðir, skrivar BBC.
Arbeitt verður við málinum, men ógreitt er, nær løgreglan fær sagt nakað ítøkiligt.
Fólk í Birmingham verða biðin um at ansa eftir og halda seg burtur frá miðbýnum.
Nógv løgreglufólk eru at síggja í miðbýnum í Birmingham, og nakrir vegir eru stongdir.
Borgarstjórin váttar, at samband er millum tilburðirnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























