Eftirmeta spurningin um mat og drekka

bannari
Eftirmeta spurningin um mat og drekka
Ferðafólk, sum flúgva við Atlantsflogi, hava einki fingið í flogfarinum, síðani korona kom í mars
Síðani korona kom í vár, hava ferðafólkini hvørki fingið vátt ella turt i flogfarinum
 
08.09.2020 - 14:31

Hósdagin fer Atlantic Airways at eftirmeta spurningin, um felagið aftur skal fara at bjóða mat og drekka umborð á flogførunum.

Fleiri og fleiri flogfeløg eru nú aftur farin at bjóða ferðafólkunum mat og drekka. 

Men tað er á ferðum, sum vara longri enn tveir tímar og eitt korter.

So lítið samband við ferðafólkini sum til ber

Eingin ferð hjá Atlantic Airways varar so leingi, nú bara verður flogið til Danmarkar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Annars eru ráðini frá IATA, altjóða loftferðslufelagsskapinum, at tey, sum arbeiða í flogførunum, hava so lítið samband sum gjørligt við ferðafólkini. 

Men hósdagin fer Atlantic Airways at eftirmeta avgerðina um ikki at bjóða nakað umborð, sum varð tikin í mars, tá korona kom, sigur Jóhanna á Bergi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595