Tilfar í teldupostkassa fór fyri skeytið

Tilfar í teldupostkassa fór fyri skeytið
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt mál handfaringina av teldupostkassa hjá einum starvsfólki, ið ikki longur er á lívi
Umboðsmaðurin heldur, at tað er óheppið, at arbeiðstengt tilfar í teldupostkassanum, ið ikki varð skjalført aðrastaðni, var farið fyri skeytið
 
10.09.2020 - 14:41


Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt klagu um handfaringina av teldupostkassa hjá einum starvsfólki, ið ikki longur er á lívi. 

Klagan er komin í sambandi við málsviðgerð, har klagarin ikki fekk innlit í tilfar, ið var tengt at teldupostkassanum hjá einum starvsfólki, sum ikki longur er á lívi. 

Tilfarið var ikki skjalført aðrastaðni, men fanst bara í áðurnevnda teldupostkassa.

Óheppið

Umboðsmaðurin heldur, at tað er óheppið, at arbeiðstengt tilfar í teldupostkassanum, ið ikki varð skjalført aðrastaðni, var farið fyri skeytið.

Umboðsmaðurin minnir á, at myndugleikar hava skyldu at skjalføra, og at skjalføring av innkomandi posti sum meginregla eigur at verða framd sama dag ella fyrsta arbeiðsdagin eftir.  Umboðsmaðurin mælir arbeiðsgevaranum til at gera mannagongd fyri, hvussu teldupostkassin hjá starvsfólki, ið brádliga fer úr starvi, t.d. í sambandi við andlát ella álvarsliga sjúku, verður handfarin. 

Umboðsmaðurin vísir eisini á, at tað hevur serligan týdning, at einki arbeiðstengt tilfar, ið av røttum átti at verið skjalført og møguliga fevnt av almennum innliti, er goymt í einum teldupostkassa, ið verður strikaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533