Myllurnar á Eiði fingið umhvørvisgóðkenning

Myllurnar á Eiði fingið umhvørvisgóðkenning
Almanna- og heilsunevndin í Eiðis kommunu heldur, at myllurnar fáa neiliga ávirkan, og vil hava staðsetingina broytta
Ætlanin er at seta fýra vindmyllur norðan fyri Eiðisvatn
 
11.09.2020 - 08:35

Umhvørvisstovan hevur góðkent metingina hjá partafelagnum Vindfelagnum í Neshaga, sum er dótturfelag hjá SEV, um, hvørja ávirkan fýra vindmyllur í hagapartinum Suðurhelvt á Eiði fáa á umhvørvið har.
  
Umhvørvisgóðkenningin varð latin í gjár, og kærufreistin er til 9.oktober.

Vindfelagið í Neshaga ætlar at seta upp fýra vindmyllur norðan fyri Eiðisvatn. Vindmyllurnar fara at standa í hagapartinum Suðurhelvt, millum Eiðisvatn og Gjáarvegin. 

Hæddin á torninum er 78 metrar, tvørmátið á veingjunum er 82 metrar, og alt í alt er hæddin er 119 metrar. 

Vindmyllurnar fara at gera streym, sum svarar til nýtsluna hjá 7.000 sethúsum, sigur Vindfelagið í Neshaga.

Neiliga ávirkan

Almanna- og heilsunevndin hjá Eiðis kommunu heldur, at myllurnar fara at hava neiliga ávirkan á økið. Nevndin vil hava staðsetingina broytta, so myllurnar ikki síggjast úr bygdini og taka útsýnið frá henni.

Almanna- og heilsunevndin ivast eisini í, um árinskanningin er óheft, tí SEV rindar fyri hana.

Upprunaliga var ætlanin at seta upp seks myllur omanfyri Eiði.

Men hagastýrið fyri hagan, har vindmyllurnar skuldu standa, og Fuglafrøðifelagið kærdu umhvørvisgóðkenningina, sum tann ætlanin fekk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342