Føroyar eru framvegis á reyða lista í Norra

12.09.2020 - 12:17
Innlendis
Føroyar eru framvegis á reyða lista í Norra
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt vart við, at tað gongur ov seint at fáa Føroyar av reyða listanum.

Tamarhalda er á smittutrýstinum í Føroyum. Men Føroyar eru framvegis á reyða lista í Norra.

Í Norra verður listin dagførdur aðru hvørja viku.

Og tað er orsøkin til, at Føroyar framvegis eru at meta sum reytt land í Norra.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur á fundi við bæði norska heilsumálaráðharran og norðurlendsku samstarvsráðharrarnar gjørt vart við, at tað gongur ov seint at fáa Føroyar av reyða listanum í Norra.

Men hann dugir ikki at siga, nær Føroyar sleppa av reyða listanum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360