Hvíttingarlógin til viðgerðar í morgin

Hvíttingarlógin til viðgerðar í morgin
Talan er um eina umfatandi lóg, tí við viðmerkingum er uppskotið 71 síður
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, eigur uppskotið um hvíttingarlóg
 
14.09.2020 - 08:55

Hvíttingarlógin, sum hon verður nevnd,  kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum í morgin.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt fram uppskot til lóg, sum skal forða fyri hvítting av pengum og forða fyri, at føroyskar fíggjarfyritøkur verða brúktar til at fíggja yvirgang. 

Talan er um umfatandi lóg. Við viðmerkingum er uppskotið 71 síður.

Føroyar hava yvirtikið millum annað lívstryggingarfeløg, tvørgangandi eftirlønargrunnar og tryggingarmeklarar. og eru við í arbeiðinum hjá FATF - Financial Action Task Force.

Seinastu tilmælini frá FATF eru frá 2012.

Tey eru galdandi fyri bankar og sparikassar í Føroyum, tí peningastovnar í Føroyum eru danskt málsøki.

Kanna samleikaupplýsingar

Fyritøkur, fevndar av løgtingslógini, skulu millum annað kanna samleikaupplýsingar hjá kundanum, áðrenn eitt handilssamband við kundan verður stovnað, ella ein flyting verður framd. 

Haraftrat skal fyritøkan kanna endamálið við øllum torgreiddum og óvanliga stórum flytingum av peningi umframt øllum óvanligum transaktiónsmynstrum og virksemi, sum ikki hava eitt greitt fíggjarligt ella ávísiligt lógligt endamál.

Fyritøkurnar skulu kunna prógva, at tær halda løgtingslógina, og at kunnleikin til kundan er nøktandi, tá ið ræður um  vandan fyri hvítting og fígging av yvirgangi.

Varskógvaraskipan

Lógin skal forða fyri, at brotsfólk misbrúka føroyskar fyritøkur og fíggjarligu skipanina í Føroyum til hvítting, og til at fíggja yvirgang.

Sambært lógaruppskotinum verður sett í verk ein whistlerblowerskipan, ein varskógvaraskipan.

Lógin fevnir eisini um tey, sum bjóða út spøl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373