Keypa og umbyggja eldri hús til ítróttarháskúla

Keypa og umbyggja eldri hús til ítróttarháskúla
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Ítróttarháskúlin í Vági hevur nógvar næmingar, og tørvur er á betri hølisumstøðum
 
14.09.2020 - 10:28

Lógin um at veita stuðul til ætlaða skúlabygningin hjá Ítróttarháskúlanum í Vági er settur á løglistan í heyst, men í løtuni ber ikki til at siga, nær peningur verður játtaður.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi, um landið ætlar at játta tríggjar milliónir kr til Ítróttarháskúlan, so skúlin fær betri hølisumstøður og møguleika at taka fleiri næmingar.

Jenis av Rana sigur, at samskifti er við umboð fyri Ítróttarháskúlan um at keypa og umbyggja eini eldri hús, Vaskiskúrin á Gørðunum í Vági. Kontrast hevur gjørt uppskot um umbygging og innrætting, og byggikøn frá Landsverki kanna nú verkætlanina.

Landsverk hevur víst á nøkur viðurskifti, eitt nú kostnaðarmetingina og staðsetingina, og neyðugt er at viðgera hesi viðurskifti nærri, áðrenn støða verður tikin, um peningur skal játtast til verkætlanina, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.

Ítróttarháskúlin hevur tørv á betri hølisumstøðum, og tað vil landsstýrismaðurin tryggja, sigur Jenis av Rana í svarinum til Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025