Fleiri eru farin aftur til arbeiðis

Fleiri eru farin aftur til arbeiðis
Lønarískoytisskipanin fóru úr gildi 31. august
50 fólk fóru úr lønarískoytisskipanini í ALS, og hini fóru til arbeiðis
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2020 - 08:54

Hóast lønarískoytisskipanin hjá Arbeiðsloysisskipanini fór úr gildi 31. august, er talið á teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, minkað.

Nú hálva fjórðu viku seinni fáa 301 fólk arbeiðsloysisstuðul frá ALS.

1. september, dagin eftir at lønarískoytisskipanin fór úr gildi, fingu 312 fólk arbeiðsloysisstuðul.

612

Tá lønarískoytisskipanin fór úr gildi, vóru 612 fólk í skipanini.

Sambært Magna á Deild Olsen, stjóra á ALS, fóru eini 50 fólk úr lønarískoytisskipanini í arbeiðsloysisskipanina, meðan hini fóru aftur til arbeiðis. 

Onnur fólk í arbeiðsloysisskipanini fóru eisini aftur til arbeiðis, og tí er samlaða talið á teimum, sum fáa arbeiðssloysisstuðul, minkað eitt lítið vet, niður í 301 í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306