Í 2060 vera 55.600 fólk í Føroyum

Í 2060 vera 55.600 fólk í Føroyum
Sambært framrokningini hjá Hagstovuni vera framvegis fleiri menn enn kvinnur í Føroyum um 40 ár
Sambært framrokningunum minkar fólkatalið, tá øldin er komin í helvt
 
22.09.2020 - 08:41

Í august 2060 vera 55.590 fólk í Føroyum.

Tað sigur ein framrokning hjá Hagstovuni. 1.august í ár var fólkatalið 52.816.

Og eisini um 40 ár vera fleiri menn enn kvinnur í Føroyum. Munurin verður framvegis okkurt um 2.000.

Tá fólkatalið verður framroknað, verða føðitíttleiki og deyðstíttleiki, tilflyting og fráflyting síðani 1985, brúkt sum grundarlag.

Stór óvissa

Stórar óvissur eru í slíkum framrokningum, og tí vera sannlíkindaframrokningar brúktar.

Sambært framrokningunum minkar fólkatalið, tá øldin er komin í helvt. Í mai 2055 búgva 56.594 fólk í Føroyum, 1.000 fleiri enn í august 2060. Og í august 2055 verður fólkatalið 56.560.

Í 2060 eru 54,7 prosent av fólkinum 40 ár ella eldri. Bara 45,3 prosent eru yngri enn 40 ár.

Nú er hetta øvugt.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391