Lendisakfør eisini í ferðslulógina

Lendisakfør eisini í ferðslulógina
Tað bar ikki til at døma førara, sum koyrdi lendisakfar, fyri rúsdrekkakoyring
 
23.09.2020 - 09:10

Ein maður, sum varð ákærdur fyri at koyra fullur við lendisakfari, ATV-ara, á almennum vegi, varð frídømdur í Føroya rætti, hóast promillan var 2,07.

Hetta var á vári 2017.

Ikki bar til at døma fyri rúsdrekkakoyring, tí lendisakfør eru ikki í greinini í ferðslulógini, sum ákært varð eftir.

Nú skal ferðslulógin broytast, so lendisakførini koma í ferðslulógina.

Fólk, sum koyra ávirkað á einum ikki-skrásettum lendisakfari á almennum vegi, skulu kunna revsast sambært ferðslulógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815