Stríð í umstrídda Nagorno-Karabakh

Stríð í umstrídda Nagorno-Karabakh
Stríð hevur aftur tikið seg upp í kríggsherjaða Nagorno-Karabakh landslutinum millum Aserbaijan og Armenia
Stríð hevur verið í 30 ár í umstrídda Nagorno-Karabakh landslutinum
 
27.09.2020 - 15:27

Stríð hevur aftur tikið seg upp í kríggsherjaða Nagorno-Karabakh landslutinum millum Aserbaijan og Armenia, eftir at tvær aserbaijanskar tyrlur vóru skotnar niður og tríggir stríðsvognar vórðu raktir.

Armensk embætisfólk siga sambært BBC at tey bert hava svarað einum luftálopi frá aserbaijanskari síðu og hevur heitt á øll herlið um at vera tøk. Aserbaijansk herlið siga seg einans hava svarað aftur á mongu álopini tvørturum markið seinastu mongu mánaðirnar.

 

Vápnahvíld

Russisk embætisfólk hava heitt á partarnar um vápnahvíld beinanvegin, áðrenn kríggj enn einaferð brestir á í umstrídda  Nagorno-Karabakh. Bæði londini vóru upprunaliga partur av Sovjettsamveldinum, áðrenn 1991 gjørdi ein enda á Sovjettsamveldinum. 

 Nagorno-Karabakh er landslutur, sum liggur á markinum millum tey bæði londini.  Nagorno-Karabakh er altjóða viðurkent sum partur av Aserbaijan, men hevur seinastu mongu árini verið stýrt av etniskum armenum. Stríð hevur javnan verið millum partarnar seinastu 30 árini. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527