Ov fáar løðistøðir

Ov fáar løðistøðir
Tað ber ikki til at skifta leigubilarnar út til el-bilar. Tað er ov trupult, tí tað eru ov fáar løðistøðir, sigur Michael Koba, bilútleigari.
28.09.2020 - 19:31

Tað koyra umleið túsund leigubilar á føroysku vegunum hvørt summar. Hálvt ár seinni verða nógvir av bilunum seldir privatum húsarhaldum. Bilarnir eru so at siga allir bensin og dieselbilar.

Michael Koba heldur tað vera neyðugt at hava eitt væl útbygt net við løðistøðum kring alt landið, um tað skal bera til hjá bilútleigarunum at skifta til el-bilar.

Harumframt heldur bilútleigarin, at tað skuldi verið lættari hjá teimum, ið selja gistingar, eisini at bjóða løðing til el-bilin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112