Fólkatingið upp í málið um námsvinnu í Grønlandi

Fólkatingið upp í málið um námsvinnu í Grønlandi
Neyðugt eru at samtykkja serlóg fyri útlendingar, og tað gerast trupult, tí útlendingarnir skulu fáa minni løn enn grønlendingar
Fólkatingið noyðist at samtykkja eina serlóg, nú grønlendingar ætla sær undir námsvinnu
 
20.12.2012 - 11:04

Skal námsvinna skipast í Grønlandi, má fólkatingið samtykkja eina serlóg fyri útlendingar. Og samstundis bindur Danmark seg til at syrgja fyri skipaðum viðurskiftum í Grønlandi.

Útlendsk feløg hava ætlanir um at fara undir námsvinnu stutt frá Nuuk, har upp í 5.000 útlendingar skulu arbeiða.

Tað eru serliga kinverjar, sum skulu standa fyri arbeiðinum. Grønlendska landstingið hevur samtykt eina lóg, sum gevur útlendsku feløgunum loyvi til at løna útlendsku arbeiðsfólkunum lægri, enn minstalønin er í Grønlandi. Men fólkatingið má samstundis samtykkja eina serlóg fyri útlendingar, fyri at teir skulu fáa loyvi at koma til Grønlands.

Framvegis á donskum hondum

Hóast Grønland fekk sjálvstýri í 2009, so eru dómsvaldið og arbeiðseftilitið framvegis á donskum hondum, og tí setur ætlaða námsvinnan stór krøv til donsku myndugleikarnar.

Skulu viðurskiftini í Grønlandi vera á jøvnum føti við viðurskiftini í Danmark, skulu nógv fleiri fólk manna donsku stovnarnar í Gønlandi, m.a. løgreglu, dómsvald og arbeiðseftirlitið.

Aftrat tí koma uppgávur sum heilsueftirlit og eftirlit á sjónum. Fólkatingið fer fyrst í nýggja árinum at viðgera eitt uppskot um at gera ein serskipan fyri útlendingarnar, sum skulu til Grønlands.

Kann standa á

Men tað kann koma at standa á, tí donsku stjórnarflokkarnir hava brúk fyri stuðuli frá borgarligu andstøðuni, fyri at fáa uppskotið samtykt. Annaðhvørt má Vinstriflokkurin stuðla stjórnina, ella bæði Konservativi flokkurin og Liberal Alliansa. 

Liberal Alliansa hevur longu boðað frá, at flokkurin tekur ikki undir við einum uppskoti, sum fer at kosta danska statinum fleiri pengar í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655