Glenn Ståhl uppsagdur í NSÍ

Glenn Ståhl uppsagdur í NSÍ
NSÍ boðar í kvøld frá, at samstarvið við venjaran Glenn Ståhl er endað. Við øðrum orðum: Glenn Ståhl er uppsagdur.
 
29.09.2020 - 21:41

Tað kom sum eitt ljós av klárum himni í kvøld, at NSÍ á síni heimasíðun brádliga boðaði frá, at venjarin Glenn Ståhl er uppsagdur. 

NSÍ skrivar:

 

"Samstarvið ímillum NSÍ og Glenn Ståhl er enda. NSÍ ynskir at takka Glenn fyri tíðina og arbeiði hann hevur gjørt í NSÍ, og vit ynskja Glenn alt tað besta framyvir.

Ein lokal venjaraloysn er sett at taka sær av NSÍ liðnum, inntil ein onnur loysn er funnin."

 

NSÍ vann annars ein sannførandi 4-1 sigur á Skála um vikuskiftið og liggur í løtuni á triðja plássi í bestu fótbóltsdeildini við monnum. 

Dánial Hansen, formaður í NSÍ, hevur í løtuni onga viðmerking til uppsøgnina av Glenn Ståhl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375