Átta milliónir setast av til veðurstovu

Átta milliónir setast av til veðurstovu
Nú 11 ár eftir yvirtøkuna hevur landsstýrið sett sær fyri at menna eina nøktandi og útbygda veðurtænastu í Føroyum
 
01.10.2020 - 07:07

Nú 11 ár eftir yvirtøkuna hevur landsstýrið sett sær fyri at menna eina nøktandi og útbygda veðurtænastu í Føroyum.

Í tí sambandi eru settar av 3,2 milliónir krónur í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021. Játtanin til veðurtænastu hækkar úr sløkum fimm milliónum krónum upp í góðar átta milliónir krónur.

Endamálið er at menna eina dagførda og útbygda føroyska veðurtænastu við betri og neyvari veðurforsagnum fyri allar Føroyar.Ætlanin fevnir um betri miðling, kanningar og gransking.

Ein veðurmenningarbólkur, sum kom við frágreiðing í fjør, segði, at tað kostar tríggjar milliónir krónur um árið at menna eina veruliga føroyska veðurtænastu.Veðrið varð yvirtikið í 2009.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472