Nýggj forkvinna í Etiska ráðnum

Nýggj forkvinna í Etiska ráðnum
Anne Mette Greve Klemensen, prestur, tekur við eftir Hildur við Høgadalsá
Anne Mette Greve Klemensen er nýggj forkvinna í Etiska ráðnum
 
01.10.2020 - 11:24

Anne Mette Greve Klemensen, prestur, er nýggj forkvinna í Etiska ráðnum. Hon tekur við eftir Hildur við Høgadalsá, sum hevur lagt frá sær.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur valt nýggju forkvinnuna.

Anne Mette Greve Klemensen tók við sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi fyrr í ár, eftir at hava verið prestur í Fuglafirði síðani 2011. Hon hevur harumframt serkunnleika í eksistentionellum lívsstøðum hjá barnakornum.

Fremja og styrkja kjak

Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hevur ávirkan á lívið hjá menniskjum. Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkjunum.

Etiska ráðið hevur skyldu at fylgja menningini á bio- og ílegutøkniska økinum, og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking og nýtslu av bio- og ílegutøkni.

Í Etiska ráðnum eru níggju limir, ið verða valdir fyri fýra ár í senn. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653
Mánadag 27. mai
Morgunlestur mánadagur 27. mai 2024
175632
Nýggjastu sendingar í SV