ES-nevndin stevnir fyri brot á Brexit-avtaluna

ES-nevndin stevnir fyri brot á Brexit-avtaluna
Ein samtykt, sum bretska parlamentið hevur gjørt um Norðurírland, stríðir í móti avtaluni, sigur ES
 
01.10.2020 - 13:14

ES-nevndin hevur gjørt av at stevna Onglandi, Wales, Skotlandi og Norðurírlandi fyri brot á avtaluna um brexit, sum partarnir gjørdu fyri einum ári síðani.

ES-nevndin hevur sent eitt skriv til bretsku stjórina um ætlanina, og bretar hava fingið ein mánað at svara skrivinum.

Tá bretar hava svarað, fer ES at taka endaliga støðu til, um farið verður í rættin við málinum.

- Talan er um eitt víðgongt stig, sum kann gera støðuna millum partarnar uppaftur spentari, nú bretar eru á veg úr ES, sigur tíðindamaðurin hjá DR í Bruxelles, Ole Ryborg.

ES-nevndin gav bretum freist til seinast í september at taka eitt uppskot aftur, sum broytir avtaluna, sum varð gjørd í fjør.

Innari marknaðurin

Talan er um innara marknaðin í Onglandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Wales. Uppskotið gevur bretsku stjórnini heimild til at seta partar av avtaluni um brexit úr gildi. Talan er serliga um markið ímillum Norðurírland og Írland. Norðurírland fer úr ES, meðan Írland verður verandi í ES.

Eftir avtaluni frá í fjør, skal Norðurírland verða verandi undir tollreglunum hjá ES, um eingin fríhandilsavtala fæst í lag.

Tað er tann partin av avtaluni, sum bretska parlamentið hevur samtykt at broyta. Talan er um eitt trygdaruppskot, sigur Boris Johnson, forsætisráðharri.

Men sambært ES, so stríðir samtyktin ímóti Brexitavtaluni. Tað góðkennir samveldið ikki, og er tí farið undir at fyrireika rættarmál ímóti Bretlandi fyri brot á altjóða lóg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576