Óbótaligur skaði at lækka tilskotið

02.10.2020 - 13:42
InnlendisPolitikkur
Óbótaligur skaði at lækka tilskotið
Forkvinnan í Diabetesfelagnum finst at ætlanini at broyta lógina um heilsutrygd
Nógvir diabetikarar rinda meira enn 6.000 krónur um árið fyri heilivág

Tað kann fáa óbótaligan skaða, um tilskotið til diabetikarar lækkar, sigur May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum.

Millum 3.000 og 4000 føroyingar hava diabetes, og fleiri av teimum rinda meira enn 6.000 krónur um árið í heilivági.

Sambært lógarbroytingini skulu 18-67 ára gomul rinda 1707 krónur meira í egingjaldi, áðrenn tey fáa fult tilskot frá Heilsutrygd.

Fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar skulu rinda 469 krónur meira í egingjaldi fyri at fáa fult tilskot.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 

Nevndin í Diabetesfelagnum. May-Britt Skoradal, forkvinna, í miðjuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489