- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra umsóknir til sjey kommunulæknastørv
Fýra umsóknir til sjey kommunulæknastørv
Heilsutrygd upplýsir hvørki, hvørji størv søkt er um, ella um onkur hevur søkt um fleiri størv

Tvey kommunulæknastørv eru leys í læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík.
03.11.2026 - 15:04
Fýra umsøkjarar eru til tey sjey kommunulæknastørvini, sum vóru lýst leys fyri trimum vikum síðani.
Heilsutrygd upplýsir hvørki, hvørji størv, søkt er um, ella um onkur hevur søkt um fleiri størv.
Heilsutrygd søkti eftir sjey kommunulæknum.
Í heilsuøki 3 eru tvey størv, annað í Vestmanna og so er eitt nýtt starv í Miðvági.
Tvey størv eru í læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík.
Søkt verður eftir kommunulækna, sum vanliga skal røkja Fuglafjørð og Gøtu eftir avtalu.
Og tvey størv eru á Tvøroyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























