Ståhl kravdi kropsligan venjara

Ståhl kravdi kropsligan venjara
Uppsagdi venjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl, kravdi, at felagið setti ein kropsliga venjara, men tað vildi felagið ikki, skrivar hann á facebook
Glenn Ståhl, fyrrverandi venjarin hjá NSÍ, finst hvassliga at felagnum
 
02.10.2020 - 13:35

Orsøkin til, at Glenn Ståhl ikki longur er venjari hjá NSÍ, er, at hann kravdi, at felagið setti ein venjara at taka sær av kropsligu venjingini í felagnum burturav.

Men tað vildi felagið ikki, skrivar Glenn Ståhl í sínum facebook-vanga, har hann finst hvassliga at NSÍ.

Hann avsannar samstundis, at hann hevur kravt meir í løn.

Ikki á nøktandi støði

Sambært Glenn Ståhl, bað hann NSÍ um at seta Joakim Svedberg, sum hevur arbeitt fyri NSÍ síðsta vetur, at taka sær av kropsligu venjingini hjá spælarunum í felagnum frá U15 og upp ígjøgnum aldursbólkarnar. 

Svenski venjarin skrivar, at tað er neyðugt, tí kropsligar royndir, sum vóru gjørdar í november og desember í fjør vístu, at spælararnir vóru ikki á nøktandi støði kropsliga, hvørki tá tað kemur til skjótleika ella styrki. Støðið svaraði til tað í svensku 3. deild.

Glenn Ståhl skrivar, at eftir at spælararnir høvdu vant eftir eini ætlan frá Joakim Svedberg í tríggjar mánaðir, høvdu teir tikið seg 10 prosent fram á kropsliga økinum.

Neyðugt at fylgja við

Skal føroyskur fótbóltur og NSÍ byggja víðari á framgongdina í evropeiskum fótbólti í ár, er neyðugt at økja og betra um venjingina - millum annað ta kropsligu, skrivar Glenn Ståhl.

 - Tokið fer av støðini nú, og HB og KÍ eru umborð og hava fulltíðarstarvsfólk, millum annað venjarar. Hvørja hugsjón hevur NSÍ, ella hevur felagið nakra, spyr Glenn Ståhl.

Hann skrivar, at hann hevði avgjørt at siga upp eftir kappingina, um NSÍ ikki livdi upp til krøvini, sum kundu tryggja møguleikarnar hjá spælarunum at útvikla seg, men at NSÍ avgjørdi at siga hann upp beinavegin.

Nepotisma

Svenski venjarin finst at óprofessionalismu og nepotismu í felagnum, men sigur seg ikki vilja koma nærri inn á, hvat hann meinar, tí tað kann skaða spælararnar, sum hann rósar fyri viljan at læra og gerast betri.

 - Eg kom til NSÍ fyri at menna ein spælistíl og fyri at vinna fótbóltsdystir og ikki fyri at gerast besti vinurin hjá øllum. Eg varð settur fyri at gera eitt arbeiði, men tað gjørdist ivaleyst ov professionelt fyrri summi, skrivar Glenn Ståhl á facebook.

Samrøða verður við Glenn Ståhl í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. oktober
Morgunlestur mikudagur 2. oktober 2024
180900
Týsdag 1. oktober
Føtur undir egið borð (2:3)
181232
Týsdag 1. oktober
Góðan morgun Føroyar
181454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488
Týsdag 1. oktober
Hvør býr her? (1:4)
180890
Mánadag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181438
Mánadag 30. september
3-2 (30. september 2024)
181437