Landgrunnurin fyri fólkatingið

Landgrunnurin fyri fólkatingið
Málið er í løglistanum, sum fólkatingið fekk frá stjórnini í gjár
Fólkatingið fór undir nýggja setu í gjár
 
07.10.2020 - 09:53

Ísland, Noreg og Føroyar/Danmark gjørdu fyri sløkum ári síðani sáttmála um føroyska landgrunnin norðanfyri.

Sambært honum verður føroyski landgrunnurin 27.000 ferkilometrar størri, enn hann er nú. 

Men áðrenn sáttmálin kemur í gildi, skal hann millum annað góðkennast í fólkatinginum, tí hann ásetur markið hjá danska kongsríkinum.

Í løglistanum

Og tað verður gjørt í fólkatingssetuni, sum byrjaði í gjár. Málið er í løglistanum, sum fólkatingið fekk frá stjórnini í gjár.

Sáttmálin sigur millum annað, hvussu londini skulu bera seg at, tá mineral eru tvørtur um mørkini. 

Sáttmálin byggir á semju, sum varð gjørd í 2006.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425