Eysturoyartunnilin dregur fólk til sín

Eysturoyartunnilin dregur fólk til sín
Tað sæst aftur í fólkatalinum í kommununum nærhendis undirsjóvartunnilin
Tað sæst aftur í fólkatalinum í kommununum við Skálafjørðin, at Eysturoyartunnilin skjótt letur upp
 
13.10.2020 - 10:26

Eysturoyartunnilin sæst nú aftur í fólkatalinum. Fólkatalið í Sjóvar kommunu er vaksið 2,7 prosent seinasta árið, í Nes kommunu er vøksturin 3,2 prosent og í Runavíkar kommunu 2,1 prosent.

Størsti fólkavøksturin er í Eysturoynni og í høvuðsstaðarøkinum. Í Eysturoynni er hann 1,9 prosent og í høvuðsstaðarøkinum 1,8 prosent.

Men ikki bara í kommunum, sum eru við Eysturoyartunnilin, er vøkstur í fólkatalinum. Í Eiðis kommunu er vøksturin 3,2 prosent. Sandoyartunnilin er á veg, og í Sandoynni er fólkatalið farið at vaksa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533