Krevja val í Grønlandi

Krevja val í Grønlandi
Fleiri hundrað fólk mótmæltu grønlendska landsstýrinum í gjár. Mótmælisfólkini í Nuuk kravdu val nú
Fólk hava mist álitið á landsstýrisformanninum Kim Kielsen
 
14.10.2020 - 06:27

Fólk hava mist álitið á landsstýrisformanninum Kim Kielsen. Orsøkin er sonevnda rognkelsismálið. Kim Kielsen leigar út ein bát, sum fiskar rognkelsi, og kvotan er størri í ár enn í fjør.

Men landsstýrið sigur, at 204 tons, sum ikki blivu fiskað í fjør, eru flutt til í ár. Í síðstu viku atkvøddi Landstingið um eina misálitisváttan.

Kim Kielsen slapp við neyð og deyð undan misáliti, tí 13 atkvøddu fyri og 14 ímóti uppskotinum um misálit. Tveir tinglimir atkvøddu ikki.

Hóast reglur eru í Grønlandi um, hvussu nógv fólk kunnu koma saman í hesum koronutíðum, eru tær ikki galdandi fyri slík mótmælistiltøk. Landstingsval var 24. apríl 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328