Nógv bíligari at gista á hotelli

Nógv bíligari at gista á hotelli
Prísirnir eru lækkaður í miðal 35 prosent
Hotel Brandan er annað av nýggjastu hotellunum í landinum. Sambært Hagstovuni er gistingarprísirnir nógv lækkaðir
 
15.10.2020 - 15:29

Tað er vorðið bíligari at gista í gistingarhúsum í Føroyum.

Hagstovan sigur, at tølini fyri triðja ársfjórðing í ár siga, at gisting er vorðin munandi bíligari.

Prísirnir eru lækkaðir í miðal 35 prosent.

Tað er nógv samanborið við Ísland og Danmark. Har eru prísirnir lækkaðir ávikavist 14 og 22 prosent.

Prísirnir hægri nú

Annars eru prísirnir yvirhøvur í triðja ársfjórðing hægri enn í øðrum ársfjórðingi í ár og í triðja ársfjórðingi í fjør. 

Samanborið við annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið 0,3 prosent størri. Samanborið við triðja ársfjórðing í fjør eru prísirnir í miðal 0,2 prosent størri nú.

Serliga er oljan, sum húsarhaldini brúka, vorðin dýrari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423