Framtíðin selur felagshúsið

Framtíðin selur felagshúsið
Felagið hevur ikki brúk fyri húsinum longur, og tí verður tað selt
Arbeiðkvinnufelagið Fjallbrúður í Vági seldi sítt felagshús fyri nógvum árum síðani. Nú er húsið hjá arbeiðsmannafelagnum Framtíðini sett á sølulista
 
20.10.2020 - 10:16

Arbeiðsmannafelagið Framtíðin í Vági selur húsið hjá sær.

Eitt boð er komið, og tey, sum hava boðið, hava nakrar dagar at hugsa seg um, áðrenn tey keypa ella ikki.

Johan Augustinesen, formaður í Framtíðini, sigur, at felagið hevur ikki brúk fyri húsinum longur, og tí verður tað selt.

Húsið er í tveimum hæddum, hvør hæddin er 211 fermetrar. Harafturat er ein útbygningur, sum er 42 fermetrar. 

Arbeiðskvinnufelagið í Vági, Fjallbrúður, seldi sítt hús fyri nógvum árum síðani. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520