Hava givið undantøk á Landssjúkrahúsinum

22.10.2020 - 09:48
Innlendis›Samfelag
Hava givið undantøk á Landssjúkrahúsinum
Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina
Óluva í Gong er forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum nú herða verkfallið

Klokkan trý seinnapartin fara sjúkrarøktarfrøðingarnir at herða verkfallið.

Tá fara sjúkrarøktarfrøðingar á B8-songjardeildini á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall.

Undantikin vóru í fyrsta umfari deildarleiðari, varaleiðari og ambulant virksemi.

Landssjúkrahúsið bað um undantøk, so at tey fáa fleiri sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis.

Og nakrar umbønir eru gingnar á møti, sigur Óluva í Gong, sum er forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina, og einki samband er millum partarnar.

Hoyr Óluvu í Gong í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334