Samráðingarnar um handilsavtalu halda fram

Samráðingarnar um handilsavtalu halda fram
Grundarlag er fyri at taka samráðingarnar við ES uppaftur, sigur bretski samráðingarleiðarin, David Frost
Hóast evstamark varð sett til 15. oktober at fáa eina avtalu í lag, halda samráðingarnar millum Bretland og ES fram
 
22.10.2020 - 14:58

Samráðingarnar millum Bretland og ES um handilsavtalu halda fram.

Tað boðaði bretski samráðingarleiðarin, David Frost, frá, hóast tað í síðstu viku varð sagt, at samráðingarnar vóru lidnar.

- Vit eru samd um, at grundarlag er fyri at taka upp aftur samráðingarnar millum ES og Michael Barnier, segði Frost á Twitter, eftir at hann hevði tosað við mótpartin í ES, Michael Barnier.

Frost sigur, at hørðu samráðingarnar halda fram í morgin, og halda fram "hvønn dag," sum hann málber seg.

Talsmaður hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, er kortini ikki so vónríkur, men sigur, at Bretland heldur, at ein avtala er besta loysnin.

- Tveir partar mugu verða í eini avtalu. Og tað kann meira enn so henda, at samráðingarnar ikki bera á mál. Um tað verður, fer Bretland úr ES við ongari avtalu, og fer at hava somu treytir sum Avstralia, sigur talsmaðurin.

Hóast samráðingarnar hava vart í tvey ár, so hava ES og Avstralia onga handilsavtalu, men samhandilin er skipaður við altjóða fríhandilsavtalum.

15. oktober var evstamark

Boris Johnson ásetti herfyri 15. oktober sum evstamark fyri, nær handilsavtala við ES skuldi verða avgreidd, men tað helt ikki.

Eftir at ES-toppfundurin endaði úrslitaleysur í síðstu viku, endurtók Boris Johnson atfinningar sínar móti ES. 

Hann segði, at ES hevði sýtt fyri at fara undir ítøkiligar samráðingar, og at bretar máttu fyrireika seg til hart brexit við ongari avtalu, um ES ikki umhugsar sína støðu.

Nakrar tímar seinni boðaði talsmaðurin hjá Johnson frá, at samráðingarnar í roynd og veru vóru lidnar, tí ES vísti ikki áhuga fyri broyta støðu.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, segði stutt eftir boðini frá Johnson, at samráðingarnar fara at halda fram í London í hesi vikuni sum ætlað. 

Skiftistíðin hjá Bretlandi eftir brexit endar um ársskiftið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477