Íslendski uttanríkisráðharrin í Føroyum

Íslendski uttanríkisráðharrin í Føroyum
Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Guðlaugur Þór Þórðarson hava fund fyrrapartin í dag um handilsviðurskiftini landanna millum
Guðlaugur Thór Thórðarson, íslendskur uttanríkisráðharri, er í Føroyum í hesum døgum
 
23.10.2020 - 09:18

Íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur Þór Þórðarson, er í Føroyum. 

Hann kom í gjár og fer av stað aftur sunnadagin.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Guðlaugur Þór Þórðarson hava fund fyrrapartin í dag um handilsviðurskiftini landanna millum.

Uttanríkisráðharrin vitjar eisini Vatnaskarðar hjá Sigerti Patursson, formanni í Bóndafelagnum, og Krás í Hósvík.

Seinnapartin í dag vera Jenis av Rana og Guðlaugur Þór Þórðarson á ráðstevnuni Brexit, møguleikar og avbjóðingar, har teir fara at røða um, hvørjar møguleikar og avbjóðingar Brexit hevur fyri ávikavist Føroyar og Ísland. 

Ráðstevnan er partur av FaroExpo 2020 í Runavík.      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858