ES: Einki útlát í 2050

ES: Einki útlát í 2050
Umhvørvisráðharrarnir í ES ætla, at kravið um nettonull í útláti skal verða bindandi fyri øll limalondini
Semjan um útlátið skal góðkennast í ES-tinginum, áðrenn hon kann gerast endaliga bindandi
 
26.10.2020 - 10:43

Umhvørvismálaráðharrarnir í ES komu fríggjadagin ásamt um, at málið hjá ES, um at samveldið skal raka eitt nettonull í útláti í 2050, skal verða bindandi fyri londini í ES.

Fyri at raka eitt nettonull í útláti, skal alt mannaelvt útlát javnvigast við, at líka nógv verður tikið úr luftini, millum annað við at endurskapa skógir.

Fyrsta málið er tó at fáa útlátið so langt niður sum møguligt.

Semjan frá fríggjadegnum hevur við sær, at lond og vinnulív í Evropa skulu næstu árini brúka hundrað tals milliardir evrur at minka útlátið næstu árini.

Semjan gevur eisini Brússel heimild at krevja av londunum, at tey raka málið, og heimild at revsa tey, ið ikki gera neyðugu átøkini.

Skal góðkennast í ES-tinginum

Semjan skal góðkennast í ES-tinginum, áðrenn hon kann gerast endaliga bindandi, og tingið kann eisini gera broytingar.

Í løtuni er málið yvirskipað fyri alt samveldið, men ein meirluri í ES-tinginum er fyri at broyta málið, so tað verður galdandi fyri hvørt einstakt land.

Japan hevur eisini samtykt somu ætlan sum ES, at koma niður á eitt null í skaðiligum útláti í 2050.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083