73 fráfaringaravtalur í fimm ár

73 fráfaringaravtalur í fimm ár
Landsgrannskoðanin mælir til, at tað almenna heldur eigur at brúka reglurnar um uppsøgn enn at gera fráfaringaravtalur
Beinta Dam er landsgrannskoðari
 
02.11.2020 - 08:36

73 fráfaringaravtalur eru gjørdar hjá tí almenna árini 2014-2019.

Stovnar undir Almannamálaráðnum gjørdu 15 fráfaringaravtalur, stovnar undir Heilsumálaráðnum gjørdu 10 fráfaringaravtalur, 
stovnar undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum gjørdu 15 fráfaringaravtalur, stovnar undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum gjørdu 11 fráfaringaravtalur, stovnar undir Fíggjarmálaráðnum gjørdu 21 fráfaringaravtalur og ein stovnur undir Fiskimálaráðnum gjørdi eina fráfaringaravtalu frá 2014 til 2019.

Hetta stendur í frágreiðing, sum Landsgrannskoðanin hevur gjørt.

Uppsøgn heldur enn fráfaringaravtalur

Landsgrannskoðanin heldur, at tað almenna heldur eigur at brúka reglurnar um uppsøgn enn at gera fráfaringaravtalur. 

Landsgrannskoðanin mælir til, at stovnsleiðslur taka Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum við í viðgerðina, tá fráfaringaravtalur verða gjørdar.

Fíggjarmálaráðið tekur undir við tilmælunum um fráfaringaravtalur hjá Landsgrannskoðanini.

Niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini er, at í nógvum fráfaringaravtalum hava fólk ikki fingið løn fyri longri tíðarskeið, enn tey vildu havt fingið, um tey vórðu søgd úr starvi eftir vanligu reglunum.

Nøkur, serliga leiðarar, hava fingið nógv meira í uppsagnarløn, enn tey høvdu rætt til sambært sáttmála. 

Onnur hava sum skilst fingið verri sømdir, enn tey høvdu havt fingið, um tey vórðu uppsøgd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904