Fleiri bilar seldir í oktober

Fleiri bilar seldir í oktober
Higartil í ár hevur annars verið afturgongd í søluni, og serliga eru færri persónbilar seldir í 2020
384 færri persónbilar eru seldir í ár, men nú tykist gongd aftur verða komin á søluna
 
02.11.2020 - 08:41

Gongd er komin aftur á bilasøluna í Føroyum.

Í oktober vórðu skrásettir 250 nýggir bilar, 17 fleiri enn í oktober í fjør.

Men í árinum 2020 eru higartil skrásett 282 færri akfør enn til 1. november í fjør. Minkingin er stívliga tíggju prosent.

Færri persónbilar

Serliga eru færri persónbilar seldir í ár, 384 færri higartil, men fimm fleiri í oktober. 

Tølini fyri brúkt akfør eru hinvegin tey, at færri vórðu skrásett í oktober, men fleiri higartil í ár.

Her eru tølini tó ikki stór, fýra færri í oktober, og 23 fleiri higartil í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424