Fremsti heilsuráðgevin fær kanska fótin

Fremsti heilsuráðgevin fær kanska fótin
Athony Fauci hevur hartað Trump fyri handfaringina av COVID-19 smittuni
Donald Trump, forseti, hóttir nú við at koyra heilsuráðgeva sín, Anthony Fauci, frá
 
02.11.2020 - 09:26

Ein av fremstu heilsuráðgevunum í USA, Anthony Fauci, fær kanska fótin, tá forsetavalið í USA er av.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á einum veljarafundi í Florida í gjár.

Útsøgnin hjá Trump kemur í kjalarvørrinum av, at Anthony Fauci hevur hartað Trump fyri handfaringina av COVID-19 smittuni.

Okkurt má henda

Fauci, sum hevur ein týðandi leiklut í at basa smittuni í landinum, hevur ávarað um, at okkurt "munagott má henda" í heilsuverkinum í USA.

Tá Trump á veljarafundinum í gjár vardi sína handfaring av smittugongdini í landinum, róptu fólk, at Fauci skal koyrast til hús.

Trump svaraði, at Fauci verður sendur til hús tá forsetavalið í USA er avgreitt.

Sjúkrahúsini í USA eru undir trýsti, tí smittutølini eru vaksin so nógv, samstundis sum vanliga beinkrímið er farið at ganga.

Fleiri enn 230.000 deyð

Fleiri enn 230.000 fólk í USA eru deyð av COVID-19. Fríggjadagin settu smittutølini í USA nýtt met, tá 98.000 nýggir tilburðir vórðu skrásettir hjá heilsumyndugleikunum.

Donald Trump hevur verið fyri hvøssum atfinningum, tí hann hevur hildið stórar veljarafundir, har fólk hava staðið tætt, og nógv teirra hava ikki brúkt maskur.

Hitt forsetavalevnið, Joe Biden, hevur funnist at veljarafundunum hjá Trump, og hevur skírt fundirnar at verða vandamiklar fyri smittugongdina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221