Vilhelmina skjýtur fyrsta skotið

Vilhelmina skjýtur fyrsta skotið
Arbeiðið at gera Dalstunnilin fer at taka fýra ár, treytað av at nøktandi játtan fæst, sigur Landsverk
Nú er klárt at skjóta fyrsta skotið í Dalstunlinum
 
04.11.2020 - 11:49

Í morgin klokkan 11 verður fyrsta skotið í Dalstunlinum latið av.   

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomið í tjaldinum við tunnilsmunnan, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, heldur røðu. 

Síðani fer 85 ára gamla Vilhelmina Larsen, úr Dali, at lata fyrsta skotið av, og hon fer eisini at siga nøkur orð.  

Almennu tilmælini um fyribyrging móti koronavirus hava við sær, at hátíðarhaldið verður bert fyri innbodnum, sigur Landsverk.

Liðugur um fýra ár

Dalstunnilin verður 2.200 metrar langur og átta metrar breiður. Eisini skulu gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi Dalsmegin, og haraftrat skulu tilsamans 2.500 metrar av vegi breiðkast.

Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka fýra ár treytað av, at nøktandi játtan fæst, sigur Landsverk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358