Hóttir við at stevna

bannari
Hóttir við at stevna
Fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur "spekulerað í grundøkjum"
Heðin Mortensen hóttir nú við at stevna Eivindi Jacobsen
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
09.11.2020 - 06:12

Í brævi frá Jógvani Pálli Lassen, advokati, í gjár til Eivind Jacobsen, sigur Jógvan Páll Lassen, at í grein á Vágaportalinum leggur Eivind Jacobsen Heðin Mortensen undir at at spekulera í grundøkjum og at umganga lógina, bæði moralskt og juridiskt.

Síðani skrivar Jógvan Páll Lassen "har tú - um eg skilji teg rætt - leggur hann undir at hava fingið vinning burtur úr einari sølu av partabrøvum."

Svarar eftir valið

Hetta eru skuldsetingar, sum, um tær verða lagdar fyri rættin, hava revsing við sær, sigur advokaturin hjá Heðini Mortensen.

– Eg skal tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald.

Tað skrivar Jógvan Páll Lassen til Eivind Jaobsen.

Eivind Jacobsen sigur við Vágaportalin, at hann fer at svara brævinum eftir kommunuvalið, sum verður í morgin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938