Koppingarevni fyri koronu nærkast

bannari
Koppingarevni fyri koronu nærkast
Tvær heilivágsfyritøkur siga, at tær hava ment eitt koppingarevni, sum riggar í 90 prosentum av førunum
Pfizer er onnur heilivágsfyrtiøkan, sum sigur seg hava ment eitt koppingarevni fyri koronu
 
09.11.2020 - 16:07

Eitt koppingarevni fyri koronu nærkast í hvørjum.

Tvær heilivágsfyritøkur, ávíkavist amerikanska Pfizer og týska BioNTech, boða í dag frá, at tær hava ment eitt koppingarevni, sum riggar í 90 prosentum av førunum.

Tað skrivar BBC.

43.000 fólk í seks ymiskum londum hava roynt koppingarevnið, sum báðar fyritøkurnar ætla at fáa góðkent longu síðst í hesum mánaðinum.

Hetta koppingarevnið er millum tíggju koppingarevni, sum eru komin til triðja og seinasta royndarstig, men hetta er tað fyrsta, sum kann vísa á úrslit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595