– Eg vil gjarna gevast sjálvur

bannari
10.11.2020 - 17:21
InnlendisPolitikkur
– Eg vil gjarna gevast sjálvur
Tá man hevur sitið so mikið leingi, haldi eg tað vera rætt at lova øðrum framat, sigur Heðin Zachariassen, fráfarandi borgarstjóri í Sunda kommunu
Heðin Zachariassen gevst nú sum borgarstjóri eftir 24 ár í kommunalpolitikki.
Mynd: Ingi Rasmussen  

11 núverandi borgarstjórar bjóða seg ikki fram aftur á kommunuvalinum í ár. Ein teirra er Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu. 

Heðin varð av fyrstantíð valdur sum kommunustýrislimur í Hvalvíkar kommunu í 1993. Hesa tíðina var Heðin næstformaður í kommunustýrinum, tað sum vit í dag kalla varaborgarstjóri.

Zachariassen gjørdist borgarstjóri á fyrsta sinni í 1997 í Hvalvíkar kommunu, og helt eftir samanleggingina í 2005 fram sum borgarstjóri í Sunda kommunu til 2008.

Tíð at leggja frá sær

Eitt valskeið var Heðin Zachariassen ikki limur í kommunustýrinum, men sat í Løgtinginum. 

Eg stillaði uppaftur, tí eg føldi á mær, at eg tímdi væl at koma aftur. 

Í alt hevur hann sitið í kommunustýrinum í 24 ár, men nú metir hann tíðina vera komna at leggja frá sær.

Tá man hevur verið so mikið leingi í kommununi, haldi eg tað vera rætt at lova øðrum framat, sigur Heðin Zachariassen um avgerðina at gevast og leggur afturat, at hann gjarna vil steðga sjálvur.

Ætlaði ikki at gerast borgarstjóri

Tað var av politiskum áhuga, at Heðin Zachariassen av fyrstantíð valdi at royna seg í kommunalpolitikki. 

Eg minnist ikki ordiliga, hvat ið gjørdi, at eg stillaði upp fyrstu ferð - sikkurt var tað tí, at eg var biðin. Tá hugsaði eg als ikki um at gerast borgarstjóri. Men tá ið man so hevur sitið í fýra ár, so tók eg av møguleikanum og tók við sum borgarstjóri. 

Síðani eg kom í Sunda kommunu, havi eg verið øgiliga málrættaður. Eg havi viljað verið borgarstjóri, og tað hevur eisini eydnast mær, sigur Heðin Zachariassen. 

Samanleggingin menti økið

Nógv er broytt, síðani Heðin fyrstu ferð gjørdist virkin sum kommunupolitikkari. 

Millum annað bygdaráðsfundirnir, sum ikki longur eru handan afturlatnar dyr. Men størsta broytingin er allarhelst samanleggingin, sum eisini førdi við sær, at skúlabygnaðurin í kommununi varð broyttur, sigur Heðin Zachariassen.

Vit fluttu skúlan inn í hjartað hjá kommununi, og tað er eingin ivi um, at hetta hevur verið tann størsta og eymasta broytingin í kommuni. Men tað er eisini tann týdningarmiklasta broytingin, sum vit hava gjørt, tí skúlin er grundvøllurin fyri ungdómin, sigur Heðin Zachariassen. 

Nýggi Skúlin við Steymin, sum varð vígdur í oktober í ár.

Tá hann hugsar aftur á tíðina hjá sær í kommunalpolitikki, fegnast Heðin serliga um samanleggingina, sum hevur havt jaliga ávirkan á allar partar av kommununi. Bæði fyri ungdómin, skúlaverkið, eldraøkið, vinnuna, barnafamiljur, ítróttin og nógv afturat. 

Vit hava havt ein fólkavøkstur í Sunda kommuna, sum er hægri enn miðal fólkavøksturin í Føroyum, so eg haldi, at vit kunnu siga, at politikkurin hjá okkum hevur eydnast.

Spennandi og avbjóðandi tíð fyri framman

Skjótt letur Eysturoyartunnilin upp, og hetta kann ávirka Sunda kommunu bæði jaliga og neiliga, heldur Heðin Zachariassen. Tó er hann ikki eina løtu í iva um, at framtíðin hevur nógv gott at bjóða Sunda kommunu. 

Eg haldi tað vera øgiliga umráðandi, at fólkið, sum kemur til her, torir at hava meiningar og taka avgerðir. Her eru nógv góð og ung fólk, sum stilla upp, so eg síggi heilt avgjørt eina bjarta framtíð fyri kommununa.

Omanfyri kanst tú hoyra samrøðuna, sum Ingi Rasmussen gjørdi við fráfarandi borgarstjóran.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444