Nýggjur toppskorari á Viðareiði

bannari
Nýggjur toppskorari á Viðareiði
- Tað hevði verið spennandi at roynt borgarstjórasessin, sigur Marita Sumberg, sum fekk flestar atkvøður á Viðareiði
10.11.2020 - 22:50

Hans Jákup Kallsberg hevur verið borgarstjóri í Viðareiðis kommunu síðan 2009, men nú er møguleiki fyri, at hann missir sessin, tí hann bleiv nummar tvey á atkvøðulistanum á Viðareiði hesaferð.

Ovast á listanum er Marita Sumberg, sum fekk 50 atkvøður. Til valið fyri fýra árum síðan fekk hon 19 atkvøður.

Í valstríðnum hevur hon prátað við fólk og sagt teimum, at hon fegin tekur eitt tak afturat í kommunustýrinum, og hetta hevur eftir øllum at døma givið úrslit.

 

Atkvøðurnar á Viðareiði fullu soleiðis:

Marita Sumberg - 50 atkvøður

Hans Jákup Kallsberg - 38 atkvøður

Kristan Hansen - 33 atkvøður

Tórhallur Gunnar Georg Staksá - 30 atkvøður

Benjamin Matras Absalonsen - 30 atkvøður

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650