Tobbi sett met

bannari
Tobbi sett met
Sitandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, fekk 461 atkvøður til kommunuvalið, og tað er nýtt met
10.11.2020 - 22:26

Sitandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, er fegin um valúrslitið og heldur at úrslitið er ein viðurkenning av tí arbeiðinum, sum sitandi býráð hevur gjørt.

Barbara Holm fekk orðið á Torbjørn Jacobsen, tá valúrslitið í Runavíkar kommunu var um at vera greitt. 461 persónligar atkvøður er met, í 2004 fekk Rodmund Nielsen 399 atkvøður.

Torbjørn Jacobsen er ovfarin av nógvu atkvøðunum, hann hevði væntað at fingið áleið tað sama sum til seinasta kommunuval, tá ið hann fekk 218 atkvøður.

Býráðið skipað skjótt

Sitandi borgarstjórin leggur dent á, at nývalda kommunustýrið suverent avger, hvør nýggi borgarstjórin verður. Hetta verður helst greitt í annaðkvøld.

2.586 fólk vóru á vali í Runavík, 3.049 fólk høvdu valrætt í kommununi. Vallutøkan í Runavík var 85,1 prosent.

Fýra listar vóru uppstillaðir, og allir listarnir eru umboðaðir í nývalda kommunustýrinum í Runavíkar kommunu.

Nývalda kommunustýrið:

Nr. Listi: Navn: Atkvøður:
1. A Torbjørn Jacobsen 461
2. A Kaja Joensen 132
3. D Pauli Poulsen 129
4. A Tóri Højgaard 123
5. A Sonni Lamhauge Petersen 118
6. A Terje Beinar Vestergaard 104
7. D Jonhard Danielsen 102
8. A Sæunn Ólavsdóttir Hansen 97
9. A Elin Klein Joensen 87
10. C Jonnhild Reynholdsdóttir 81
11. B Petur Hansen 64

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Mikudag 22. apríl
Skratsj 22. apríl 2026
207404
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325